Í tíðindaskrivi í morgun boðar Roskilde Festivalurin frá, tí ið føroyingar hava vita í eina viku Boys In A Band spælir á festivalinum á Dyreskuepladsen í Roskilde. Í dag avdúkar festivalurin tey sjey seinastu nøvnini, talan er um Afrikansku Alpha Blondy, amerikansku Buffalo Tom, finsku Justice, Donsku City X, Konono úr Kongo og danska Kenneth Bager, sum fer á pall við amerikukvinnuni Julee Cruise umframt føroysku Boys In A Band. Við hesum nøvnum er listin av bólkum farin upp um 200 nøvn. Av hesum eru tvey føroysk Boys In A Band og Høgni Lisberg.