Roskilde – tað bera piss

Leygardagin 4. juli fær stóri festivalurin í Roskilde vitjan av fyrrverandi beatlinum Sir Paul McCartney

Leygardagin 4. juli fær stóri festivalurin í Roskilde vitjan av fyrrverandi beatlinum Sir Paul McCartney.

 

Hetta er samstundis seinasti festivaldagur, og hetta ber í sær, at tá hava um 70.000 ungdómar verið á plássinum í eina samfulla viku.

 

Ein tilkomin føroyskur útiseti sigur við in.fo, at hann úr ungum árum av hevur verið McCartney-fjeppari, og at hann væl kundi hugsað sær at sæð og hoyrt sítt stóra idol, men at hann hættar sær ikki at fara.

 

– Fyri bert fáum árum síðani var eg á Roskildefestivalinum og lurtaði eftir einum kendum tónleikabólki, og hóast eg var væl nøgdur við tónleikin og framførsluna sum heild, gjørdi eg av ongantíð aftur at fara á Roskildefestivalin, sigur hann.

 

Hann boðar frá, at deymurin av piss við meira var ræðuligur. Og einki forgjørt er í hesum, tí tað sigur seg sjálvt, at tá ið fleiri túsund ungdómar í eina samfulla viku ikki hava gjørt annað enn at fríggja, dansa, roykja, eta og síðst men ikki minst, drekka, ja, tá kann úrslitið ikki verða annarleiðis.

 

Hóast hópin av pisshúsum eru til taks á staðnum, verða tey í flestum førum bert nýtt, tá ið kukktrongdin er í hásetri. Skalt tú kasta tær av vatninum, verður hetta í flestum førum framt handan eitt tjald ella einum træ.