Hóast Roskilde Festivalurin ikki alment byrjar fyrr enn hósdagin 29. juni, so er livandi tónleikur á junior pavallionini frá sunnudegi 25. juni, og tað er á hesum palli, at 200 skal spæla týskvøldið. Føroyski bólkurin við tí vælljóðandi punkinum, hevur sera góða spælitíð. Eingin annar bólkur spælir meðan 200 eru á pallinum, og hetta er seinasta konsertin á kvøldinum. Væntandi er eisini stórur partur av teimum 75.000 áskoðarunum longu komin á festivaløkið tá.
Eivør spælir á minsta pallinum, tí sonevnda Lounge pallinum. Her hava fólk í oasislíknandi umhvørvi møguleika at njóta friðsælan tónleik, ið fevnir um nógvar ymiskar tónleikagreinar, frá singer/songwriter tónum til ymiskt elektroniskt.
samlaða skráin liggur á www.roskildefestival.dk