Roskilde misti sigurin í seinna hálvleiki

Atli Danielsen spældi allar 90 minuttirnar, tá FC Roskilde á útivølli í Norður-Jútlandi spældi javnleik 2-2 ímóti Skive.

 

Støðan í hálvleikinum var 2-0 til Roskilde, og tá sá út til, at Atli og liðfelagarnir skuldu fáa sín fyrsta sigur í næstbestu donsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Jesper Håkanson legði Roskilde á odda 1-0 og økti til 2-0 seinastu løtuna í fyrra hálvleiki.

 

Ì seinna hálvleiki hevði Roskilde nóg mikið av málmøguleikum til at økja um leiðsluna. Men ístaðin gjørdist tað Skive, sum fekk minkað um munin tíðliga í seinna hálvleiki. Stutt undan dystarenda fingu Atli og liðfelagarnir eitt brotsspark dømt ímóti sær, sum teir vóru stak illa nøgdir við.

 

Lokala blaðið í Skive, Skive Folkeblad skrivar eisini, at talan var um eitt dómaramistak, sum gav heimaliðnum tað eina stigið.

 

Skive gjørdi sær dælt av møguleikanum, og settu brotssparkið í netið. Soleiðis fóru tvey stig í vaskið hjá Roskilde. Roskilde hevur nú eitt stig aftaná fýra dystir.