Liðið hjá Atla Danielsen, Roskilde tók í dag ímóti Kolding á heimavølli. Dysturin endaði við málríkum javnleiki 3-3. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 1-1.
Kolding kom á odda 1-0, tá 20 minuttir vóru farnir, men Jesper Håkanson javnaði fyri Roskilde stutt undan steðginum. Sami Jesper Håkanson legði Roskilde á odda 2-1, tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Kolding til 2-2, men bert fýra minuttir seinni var Roskilde aftur á vinnarakós, tá Jeppe Kjær skoraði til 3-2 til Roskilde.
Tíverri fyri Roskilde eydnaðist tað Kolding at javna til 3-3 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Roskilde er nú nummar 11 við átta stigum í tí næstbestu donsku fótbóltsdeildini, bert trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.