Roskilde Festivalurin váttar Bob Dylan

Fyri nøkrum vikum síðan kunngjørdi Morrissey at Bob Dylan fór at vera millum nøvnini á Roskilde Festivalinum í ár. Nú er hetta vátta á heimasíðuni hjá Festivalinum.

 
Bob Dylan hevur spælt á festivalinum fleiri ferðir áður. Hann er ein av heimsins bestu tónasmiðjum. Hann gevur í ár eina nýggja fløgu út, so eisini nýtt tilfar verður á skránni, ið er partur av konsertferðini The Never Ending Tour.