Nú táttar veruliga ímóti sumri, og tónleika festivalarnir í Evropa eru smátt farnir at byrja. Fyri stuttum var føroyski bólkurin, Deja Vú, á Jelling Festivalinum, og seinni í summar skal Prix Føroyar vinnarin, Gestir, spæla á Nibe Festivalinum.
Roskilde Festivalur, er ein annar tónleika festivalur, sum føroyingar fara at vitja í summar.Tað hevur eini afturvendandi táttur seinnu árini, at ein rúgva av føroyingum leitar sær á tónleikafestivalin í Roskilde, sum í ár verður í døgunum 26-29 juni. Fyrireikararnir á Roskilde Festivalinum boða nú frá, at festivalurin í ár er útseldur.
Eini 70.000 atgongumerki eru longu seld, og fyrireikararnir boðaðu týsdagin frá, at fleiri atgongumerki verða ikki seld. Á festivalinum í ár verða um 150 bólkar, og stóru nøvnini verða, Metallica, Iron Maiden, Coldplay, Bjørk, Blur og Massive Attack.










