Roskilde Festivalurin næstan útseldur

Næstan øll atgongumerkini til Roskilde Festivalin eru seld, og fyrireikararnir vænta at festivalurin verður útseldur fyrsta dagin, møguliga longu í dag.

Longu leygardagin meldaði danska sølu heimasíðan BilletNet, at ongi atgongumerki vóru eftir, men eftir nakrar tímar, vóru aftur atgongumerki at fáa. Festivalurin selur nevniliga atgongumerki í fleiri ymiskum londum, og tí vóru fleiri atgongumerki tikin heim til Danmarkar. Men talan er ikki um nakra stóra mongd, sigur festivalurin. Fleiri hundrað føroyingar vitja á hvørjum ári festivalin á Dyreskuepladsen við Roskilde.