Roskilde festivalurin kunngjørt fyrsta høvuðsnavnið

Størsti tónleikafestivalurin í Norðurlondum, Roskilde festivalurin, hevur í dag kunngjørt fyrsta høvuðsnavnið til festivalin næsta summar.


Talan er um stóra amerikanska bólkin Red Hot Chili Peppers, ið skulu spæla á høvuðspallinum, Orange Scene.


Hetta verður fjórðu ferð, at bólkurin framførir á Roskilde Festivalinum. Áður hevur bólkurin vitjað festivalin í 1996, 2002 og 2007.


Bólkurin hevur vunnið fleiri stórar tónleikaheiðurslønir, millum annað sjey Grammy virðislønir, og hevur framleitt kend løg sum Californication, Under the Bridge og Scar Tissue.


Talan verður tó ikki bara um gomul løg, ið verða at hoyra á festivalinum, tí bólkurin hevur longu kunngjørt, at ein nýggj fløga kemur á marknaðin í 2016.