Roskilde fær nýggjan pall

Apollo-pallurin, sum er uppkallaður eftir tónleika Gudinum í grikskari mytologi, vil frameftir vera pallurin hjá elektroniskum tónum, og skal nøkta tørvin hjá teimum, sum hava ákært festivalin fyri at fara illa við elektroniskum tónleiki.

 

-Vit hava stuðlað elektroniskum listafólkum síðani miðskeiðis í 90’unum, tá ið vit hjálptu The Orb over Daft Punk og Tiesto at fáa eitt altjóða gjøgnumbrot. Apollo skal føra hesa siðvenju víðari, og skal geva pláss fyri teimum listafólkum, sum fylla nógv í ljóði, men ikki nógv á pallinum, sigur Claes Roepstorff, umboðsmaður fyri Roskilde Festivalin.

 

Apollo skal liggja í kampingøkinum. Fyrstu dagarnir av festivalinum skal pallurin flytast runt, meðan hann skal liggja á sokallaða Agora C økinum, tá ið festivalurin er byrjaður.

 

Nýggi pallurin kann undirhalda millum 3000 og 5000 fólkum.