Í gjár gjørdist tað greitt, at Roskilde næsta kappingarár skal spæla í donsku 1. deild. Í gjár vann Roskilde 2-1 á útivølli ímóti næstbesta liðnum hjá FCK, sum eitur KB. Samstundis tapti Fremad Amager 1-0 í Slagelse. Brønshøj vann í dag 2-1 á útivølli ímóti Søllerød-Vedbæk. Tað ber við sær, at Brønshøj nú er trý stig aftanfyri Fremad Amager. Tað eru hesi bæði liðini, ið kappast um næstfremsta plássið og harvið um rættin at koma í endaspæl um pláss í 1. deild.