Á einum limafundi hjá norska stórfelagnum, Rosenborg samtykti ein stórur meiriluti at heita á norska fótbóltssambandið um at sleppa sær av við VAR í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Á limafundinum atkvøddu 489 limir fyri at VAR eigur at avtakast, og bert 157 vóru ímóti.
- Fótbóltur handlar um at vera til staðar í løtuni, og tað verður dripið við VAR. VAR má burtur, segði uppskotsstillarin, Ole Christian Gullvåg frá talarastólinum undan atkvøðugreiðsluni.
Saman við Rosenborg eru Brann, Lillestrøm og Strømsgodset fyri at avtaka VAR í bestu norsku fótbóltsdeildini.
KFUM Oslo, Molde, Viking Stavanger og Odd eru tó fyri at varðveita VAR í bestu norsku fótbóltsdeildini. Sostatt er stór ósemja í bestu norsku fótbóltsdeildini um VAR.