Rosenborg vann greipuna

Liðið úr Tróndheimi hevði annars sítt hoyggj við Víkingi í summar

Stórliðið úr Tróndheimi, Rosenborg BK hevur vunnið greipuna í Noregi. 

 

Rosenborg vann fyrr løtu síðani finaluna um kongasteypið, sum var leikt fyri einum fullsettum Ullevaal leikvølli í Oslo. Rosenborg vann 2-0 á Sarpsborg í finaluni. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki, har Pål André Helland og Mike Jensen tryggjaðu Rosenborg steypasigurin. Talan er um fyrstu greipuna hjá Rosenborg síðani 2003.

 

Rosenborg hevur vunnið norska meistaraheitið heilar 24 ferðir, og norsku steypakappingina níggju ferðir. 

 

Rosenborg hevur eisini vunnið seg í Europa League bólkaspælið. Í fyrsta undanumfarinum hevði norska stórliðið sítt hoyggj við Víkingi. Víkingur pressaði Rosenborg væl í fyrra dystinum á Svangaskarði, og hevði sínar møguleikar, men Rosenborg tryggjaði sær ein 2-0 sigur seinastu løtuna. Í returdystinum á kenda Lerkendal leikvøllinum, har einki norskt lið hevur vunnið í ár, eydnaðist tað Vìkingi at stríða seg til ein flottan 0-0 javnleik.