Rosenborg tekur øll á bóli

Fótbóltur: Norðmenninir liggja á odda í sínum bólki í Champions League, eftir at teir niðurspældu týska stórliðið Dortmund týskvøldið

Tvey norðurlendsk lið vunnu sær rættin at spæla í bólkaspælinum í Champions League í ár, og tað er eitt sindur ymiskt, hvussu tey standa seg.

AIK Stockholm úr Svøríki liggur aftast í sínum bólki og hevur bara fingið eitt stig higartil. Hinvegin liggur norska Rosenborg úr Tróndheimi á odda í sínum bólki, og norðmenn eru á gosi eftir, at liðið niðurspældi Borussia Dortmund týskvøldið.

Týska stórliðið var eyðmýkt á heimavølli, tá norðmenninir vunnu heili 3-0 og annars stóðu fyri einum avrikið, sum norsku fjølmiðlarnir í gjár kallaðu tað støsta í norsku fótbólssøguni.

- Tað er ótrúligt, at eitt lið við norskum spælarum skal vinna so sannførandi á einum týskum stórliði við spælarum úr fleiri londum. Hetta er størsta norska fótbóltsavrikið nakrantíð, skrivaði blaðið VG í gjár.

Tá Rosenborg skoraði til 3-0, fór helvtin av áskoðarafjøldini á føtur og rýmdu av stadionum. Tað var eitt mark fyri, hvussu vildu síggja sítt lið verða eyðmýkt.


Vinna Champions League

Spælararnir hjá Rosenborg komu heimaftur til Tróndheim sum hetjur í gjár, og nú hevur liðið góðar møguleikar at spæla seg víðari í Champions League. Rosenborg liggur á fremsta plássi í bólkinum við 8 stigum. Dortmund og Feyenoord hava 5 stig og Boavista hevur 2 stig.

Men norðmenn lata seg ikki noyða við "bara" at koma víðari í Champions Leauge.

- Hesin dysturin vísti, at Rosenborg nú kann vinna Champions League. Tað er eingin størri avbjóðing enn dystur móti einum týskum oddaliði á útivølli. Nú kann Rosenborg líta fult á sínar eginleikar - teir kunnu vinna á øllum, skrivar VG.

AIK Stockholm spældi týsdagin móti Fiorentina, og sviarnir taptu 3-0 fyri italiumonnunum. AIK Stockholm hevur fingið eitt stig í bólkaspælinum higartil, og teir liggja aftast í sínum bólki. Barcelona, sum vann 4-2 á Arsenal, er á odda í bólkinum. Fiorentina nummar 2 og Arsenal nummar 3.