Norska felagið Rosenborg hevur tikið øll á bóli í Champions League í ár, men sigursrøðin hjá teimum var ikki endaleys, tí týskvøldið taptu teir fyri hollendska liðnum Feyenoord. Dysturin, sum var spældur á heimavøllinum hjá hollendingunum, endaði við 1-0 sigri til heimaliðið.
Hetta úrsltið hevði tó onga ávirkan á víðari luttøkuna hjá Rosenborg, tí longu í næstseinasta umfarinum av bólkaspælinum, spældi Rosenborg seg víðari sum bólkavinnari. Úrslitini týskvøldið høvdu við sær, at Feyenoord eisini slapp víðari í kappingini, tí týska stórfelagið Dortmund tapti fyri Boavista.
Svenska felagið AIK Stockholm formáddi sær ikki nógv í kappingini, og aftur týskvøldið taptu teir, hesaferð fyri enska felagnum Arsenal, sum tó ikki sleppur víðari í Champions League. AIK Stockholm endaði aftast í sínum bólki. Vinnari av hesum bólki var Barcelona, meðan italska Fiorentina eisini kom víðari.
Triðja norðurlendska liðið í Champions League er Molde úr Noregi. Teir spældu sín seinasta dyst í gjárkvøldið, tá seinastu dystirnir vóru spældir.
Í bólki A vann Lazio 1-0 á Dinamo Kiev, og hesi bæði liðini koma víðari úr bólki A. Leverkusen, sum bert fekk javnleik móti Maribor, var tapari í spælinum um víðari luttøkuna.
Manchester United vann sín dyst móti eysturrísku Sturm Graz 2-1, og saman við enska felagnum fer Marseille víðari í kappingini.
Feløgini, sum enda sum nummar trý í teimum átta bólkunum, fáa ein europeiskan kjans afturat, tí tey sleppa við í næsta umfarið UEFA-Cup kappingini.










