Felagið setur sum krav, umframt at vinna bæði landskappingina og steypakappingina, at fara ósigrað gjøgnum kappingarári. – Eg veit ikki um onnur feløg enn Arsenal, sum hava megnað tað. Men tað ætla vit, og tað hevði verið stórt, um tað eydnaðst, sigur Erik Hamrén, venjari hjá Rosenborg, í norskum miðlum. Rosenborg hevur ikki tapt í fyrstu 17 av 30 landskappingardystunum.