Rosenborg nær sensatiónini

Í hálvan tíma var Rosenborg á odda í dystinum á Stamford Bridge, men Andriy Shevchenko bjargaði enska stórfelagnum undan heilt stóru eyðmýkingini

Fótbóltur

 

Í gjárkvøldið varð Champions League blást ígongd. Og longu fyrsta umfarið var um reppið, at talan gjørdist um eina heilt stóra sensatión.

Norska Rosenborg var á vitjan hjá Chelsea, og eftir 24 minuttum fekk Miika Koppinen heimaáskoðararnar at tagna, tá hann sendi bóltin í meskarnar.

Chelsea hevur havt trupulleikar av skaðum seinastu tíðina, og hóast teir royndu at trýsta, so tóktist álopið dekan ov tannleyst, nú Didier Drogba ikki er partur av hesum. Níggju minuttir eftir steðgin megnaði Andriy Shevchenko tó at bjarga Chelsea undan ringastu eyðmýkingini, men 1-1 á heimavølli móti norsku meistarunum er neyvan nóg mikið til høgt strembandi London-felagið.

Aðra staðni í Europa løgdu siðvandu Real Madrid og Milan til brots við hvør sínum 2-1 sigri á heimavølli, meðan Liverpool fekk eitt væl brúkiligt úrslit við 1-1 javnleiki á útivølli móti Porto.

 

Úrslitini týskvøldið

Porto-Liverpool 1-1

Marseille-Besiktas 2-0

Chelsea-Rosenborg 1-1

Schalke04-Valencia 0-1

Olympiakos-Lazio 1-1

Real Madrid-Werder Bremen 2-1

Milan-Benfica 2-1

Shakhtar Donetsk-Celtic 2-0

 

Mynd: Rosenborg

Mynd: Polfoto/AP