Rosenborg er flúgvandi

Tað gongur strúkandi hjá Rosenborg í norsku fótbóltskappingini. Rosenborg er ósigrað í 12 dystum, og um vikuskiftið økti liðið úr Tróndheim um leiðsluna í toppinum. Rosenborg vann heili 4-0 á útivølli ímóti Bodø/Glimt. Start, sum liggur næstfremst, var undan dystunum um vikuskiftið trý stig aftanfyri Rosenborg, men Start tapti sín dyst.