Rosenborg basti Brøndby

Rosenborg stendur við góðum kortum fyri at koma í UEFA-Cup bólkaspælið, eftir at teir í gjár vunnu 2-1 á útivølli móti Brøndby. Í Danmark varð dysturin róptur fyri stóra norðurlendska uppgerðin, men fyrstu trý korterini líktist Brøndby ikki nøkrum stórliði. Rosenborg sat á øllum, og tað var fult uppiborið, at Marek Sapara legði gestirnar á odda eftir hálvum tíma. Per Ciljan Skjelbreg økti til 2-0 eftir góðum tíma, og tó Brøndby trýsti nógv, eftir at tað eydnaðist Morten Duncan Rasmussen at minka um munin, so vendist ikki í uppgerðini, sum endaði við 2-1 útisigri.