Rosenborg aftur meistari

13. árið á rað eydnaðist Rosenborg at tryggja sær meistaraheitið í norskum mansfótbólti. Hesaferð stóð tó heilt nógv á, og tað vóru bara talið av skotnum málum, sum skiltu Rosenborg og Lyn. Undan seinasta umfarinum stóð nevnliga á jøvnum í málmuni, og tá liðini vunnu ávíkavist 4-1 og 3-0 á seinasta leikdegnum, helt javnstøðan sær heilt fram til tað seinasta. Rosenborg hevði tó flest skotin mál, og so kundu teir enn einaferð heingja gullmerkina um hálsin.