?Rosegarden In Hell? frumsýnt á MTV

Í dag verður sjónbandalagið ?Rosegarden In Hell? hjá bólkinum SIC frumsýnt í sjónvarpssendingini ?Headbanger?s Ball?, sum verður víst á MTV Denmark. Lagið ?Rosegarden In Hell? er av fløguni ?Pandemonium?, ið Tutl gav út í 2007.

 

?Rosegarden In Hell? er leikstjórnað av Achilleas Gatsopoulus, og upptøkurnar eru gjørdar í Athen í Grikkalandi.

 

Í eini samrøðu við grikska Rock Hard magazine greiddi Eddie Jacobsen, gittarleikarin, frá, at sjónbandalagið í stuttum snýr seg um eitt kærleiksforhold millum Ábel og Abigail, har bróðurin Káin fer handan ryggin á bróðuri sínum og fer í song við gentuni.

 

Achilleas, leikstjórin, valdi at nýta persónar úr bíbliuni, so hyggjararnir á ein hátt kunnu sammeta seg við persónarnar í sjónbandalagnum.

 

Lagið kann eisini síggjast á heimasíðuni www.youtube.com/watch?v=oQT6494-TTQ