Sjónleikarin, Roseanne Barr stillar upp til forsetavalið í USA fyri The Peace and Freedom Party.
Hon er annars best kend fyri sjónvarpsrøðina, sum er nevnd eftir henni, men Roseanne Barr er ikki nøgd við at hava skemtari og sjónleikari á sínum cv. Hon vil nevniliga verða forseti.
Nú er hon so eitt stig nærri, tí Peace and Freedom Party hevur alment peikað á hana sum teirra kandidat til forsetasessin. Tað skrivar tíðindastovan wenn.com.
Hon fekk meginpartin av atkvøðunum við eitt val í Los Angeles um vikuskiftið, og kann tí kalla seg sjálvan forsetakandidat.
Hon er sterk og ikki at steðga, stendur millum annað á heimasíðuni, sum skal marknaðarføra skemtaran og flokkin.
Sum varaforseta hjá flokkinum er antikrígs aktivisturin, Cindy Sheehan, vald. Hon er serliga kend fyri at hava sligið tjald upp framman fyri bóndagarðinum hjá George W. Bush í Texas í protest móti Irak krígnum, har hon misti ein son.
Men tað er langur vegur fram til forsetasessin, og flokkurin skal ikki rokna við at fáa forsetan á valinum í heyst.