Rosberg skal koyra fyri Williams

Nico Rosberg sonur fyrrverandi heimsmeistaran í formel 1 Keke Rosberg fer at koyra á Williams liðnum næsta kappingarár. hetta váttaðu William í gjár, aftan á at leysasøgur hava gingið um hetta seinastu vikuna.


Rosberg yngri vann GP2 meistaraheitið í ár, og tað hevur sannført liðleiðsluna í Williams um, at hann skal hava setrið við síðuna av Mark Webber.
Williams hava mist BMW motorin, aftan á at BMW keypti Sauber liðið. Williams koyrir tí næsta kappingarár við Cosworth motori. Cosworth hevur verið ein tann besti motorurin í formel 1 gjøgnum tíðirnar, men seinastu árini hevur gingið illa hjá teimum. Tí er ivasamt um Williams bilurin verður serliga skjótur næsta kappingarár. Hetta fekk Jenson Button til at gjalda nógvan pening fyri at sleppa undan at koyra fyri Williams næsta kappingarár, hóast hann hevði sáttmála við liðið.
Eisini Nick Heidfeld, ið koyrdi fyri William í ár, valdi eitt annað lið framum Williams, tá hann skrivaði sáttmála við nýggja BMW liðið.