Mánadagin hin 8. mai, sum var mánadagin í hesi vikuni, var eftirlitsvitjan í Skálavíkar kommunu, og eftir vitjanina hava tey á Umhvørvisstovuni rósandi orð á bera kommununi.
- Skálavíkar kommuna er fyrimyndarlig, tá viðvíkur spillivatni, og hevur kommunan hildið tíðarfreistirnar, sum eru settar í kunngerðini um spillivatn. Umhvørvisstovan vil rósa kommununi fyri at hava raðfest spillivatnsarbeiði og fylgt kunngerðini.
Kommunan fekk góðkent sína spillivatnsætlan í 2011, og var longu tá komin langt við spillivatnsskipanini.
- Kommunan er langt síðan liðug við spillivatnsskipanina, kanska longu afturi í 2011. Eisini hevur kommunan sent Umhvørvisstovuni dagførda spillivatnsætlan (dagførd kort og skriv) í marsmánaði í ár, og hevur kommunan sostatt longu gjørt tað, sum Umhvørvisstovan hevur biðið allar kommunur í landinum um.
Víst verður á, at tekniski leiðarin sjálvur leggur spillivatnsleiðingarnar og skrásetir tær í talgilt kort leypandi.
- Tað, at kommunan hevur fólk innanhýsis, sum bæði hevur førleika til at leggja leiðingarnar og at skráseta tær talgilt, hevur uttan iva gjørt tað lættari at hildið tíðarfreistirnar í kunngerðini.
Í kommununi eru tríggjar útleiðingar, sum allar eru innanfyri molarnir, men har er gott vatnskifti. Kommunan upplýsir, at dýpið, har leiðingarnar koma út, er 1,5 metur á lægsta vatni ella meira.
Leiðingarnar verða eftirhugdar minst einaferð um árið fyri at kanna, um nakað skarn er í. Eisini verða tær stóru leiðingarnar skolaðar ígjøgnum við jøvnum millumbilum.
- Bakkafrost er í ferð við at byggja eina lívfiskastøð í Skálavík, og leiðingin til spillivatn frá vesum v.m. er longu løgd og skrásett í talgilda kortinum hjá kommununi. Spillivatn frá framleiðsluni hjá lívfiskastøðini fær egna útleiðing, sum fer langt út.
Sagt verður, at henda leiðing verður skrásett í talgilda kortið, tá leiðingin er løgd.