ÚTVÍST
Ingi Rasmussen
Hóast Danmark, Grønland og Føroyar eru í ríkisfelagsskapi er ikki talan um sama ríki sæð við útlendskum eygum. Eitt uppihaldsloyvi í Danmark er ikki av sær sjálvum galdandi í Føroyum. Og øvugt. Tú mást søkja hvørja ferð.
Hóast Rosalie Thomsen hevur fingið varandi uppihaldsloyvi í Danmark, tí hon er gift føroyinginum Heina Thomsen, kann hon ikki koma til Føroya, uttan at fáa loyvi fyrst. Og tá tú ikki hevur uppihaldsloyvi í Føroym, kanst tú ikki meldast til fólkayvirlitið.
Rosalie Thomsen kann ikki skrásetast í Føroyum, fyrr enn útlendingastýrið hevur givið grønt ljós. Tað helt Rosalie seg hava fingið, tí útlendingastýrið gav henni munnligt loyvi at fara. Tað nyttar bara onki, nú hon er útvíst. Tí útlendingastýrið ráðgav henni eftir øllum at døma skeivt. Útlendingastýrið er ein sivilur stovnur. Sigur útlendingastýrið nakað skeivt, kann tað bara siga aftaná, at tað tók feil.
Rosalie Thomsen hongur nú í leysari luft. Hon er ikki meldað til í Føroyum. Men hon er samstundis meldað úr Danmark, tí hon flutti til Føroya í góðari trúgv og fráboðaði bústaðarbroyting. Hon missir tó neyvan sítt varandi uppihaldsloyvi í Danmark, tí tað traðkar til aftur.
Í øllum hesum meldrinum er danska útlendingastýrið myndugleikin. Løgreglan í Føroyum hevur uppgávuna at bera kunning víðari og at tryggja, at upplýsingar eru rættar.