Rosalie farin av landinum

Rosalie Thomsen, sum er víst úr Føroyum, er nú farin av landinum. Hon hevur karantenu ímóti at vísa seg í Føroyum tað næsta árið, og tí er familjan Thomsen skild sundur. Mamman og børnini eru í Danmark, meðan pápin arbeiðir í Føroyum

Rosalie Thomsen og hennara tvey børn eru farin úr Føroyum.
Tað upplýsir maður hennara, Heine Thomsen, sum hon hevur verið gift við í átta ár.
Rosalie Thomsen hevur filipinskt pass, men hevur fingið varandi uppihaldsloyvi í Danmar, tí hon er gift Heina Thomsen, sum er danskur ríkisborgari.
Heine er føddur í Føroyum, og tey bæði ætlaðu í fjør at seta seg niður í Føroyum við familjuni. Tey ynsktu, at seks ára gamli sonur teirra, og barnið, sum hon tá bar undir belti, skuldu vaksa uppi í Føroyum.
Men hóast útlendingastýrið í fyrstu atløgu gav munnligt loyvi til, at Rosalie kundi fara til Føroya uttan visum, so var hon seinni víst úr landinum, tí hon ikki hevði arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Hóast hon átti eitt barn á landssjúkrahúsinum í mars, fekk hon boð um at vera av landinum innan 10. apríl, og hesi boðini hevur hon nú aktað. Saman við útvísingini fekk Rosalie Thomsen eisini karantenu ímóti at koma aftur til Føroya í eitt ár.
Nú er ov seint hjá Rosalie Thomsen at søkja um tað uppihaldsloyvið, sum uttan iva hevði givið atgongd til at búð í Føroyum. Sostatt er familjan Thomsen skild sundur. Heine Thomsen er eftir í Føroyum, her hann arbeiðir, men Rosalie og børnini eru í Danmark.
Familjan hevur kært málið um uppihaldsloyvi til rættarhjálpina í Keypmannahavn, men tey vænta sær onki, tí slíkt tekur tíð at viðgera.