Leygardagin var ein av teimum heilt stóru vakurleikakappingunum í Danmark.
Talan var um árligu kappingina Queen of Scandinavia, sum fór fram í Charlottehaven í Keypmannahavn.
Millum teir 20 finalistarnar, ið luttóku leygardagin, var eisini Rósa Jacobsen, ið er fødd í Føroyum og fyri ein part eisini hevur búð í Føroyum.
Tilsamans fýra vinnarar blivu kosnir leygarkvøldið, og harímillum fekk Rosa Jacobsen heiðurin at vera Miss Intercontinental Denmark 2014 og Miss Popularity.
Sum Miss Intercontinental Denmark 2014 skal Rósa Jacobsen út í heim at luttaka í ymsum vakurleikakappingum, har hon umboðar Danmark.
Á myndini sæst Rósa Jacobsen við fyriskiparum, verti og luttakarum. Rósa Jacobsen stendur næstuttast frá høgru.
Til ber at lesa meira um kappingina her










