Kanningarnar, sum eru gjørdar um livikorini hjá pensjónistunum eru villleiðandi. Tað staðfestir Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi landsstýriskvinna á almannamálum.
Sambandsflokkurin hevur havt fund, har tey hava sett sær spurningin, antin flokkurin hevur mist tann sosiala profilin burtur. Á fundinum ávaraði Rósa Samuelsen ímóti at leggja ov stóran dent á úrslitið av teimum kanningum, sum eru gjørd um livikorini hjá pensjónistum.
Minst tvær kanningar eru gjørdar um livikorini hjá pensjónistum, ein fyri alt landið og ein fyri Havnina. Báðar kanningarnar vísa, at pensjónistar eru ógvuliga nøgdir við lívið og at pengarnir strekkja væl til. - Kanningarnar vísa, at allarflestu pensjónistarnir eru sera vælnøgd, tó at tað eru einstakir bólkar av pensjónistum, sum eru sera illa fyri, sigur Rósa Samuelsen.
Og hon sigur, at tað hevur skelkað hana og hon er eisini sannførd um, at teir mála lívið ljósareyðari enn tað í veruleikanum er.
Rósa Samuelsen sigur nevniliga, at tá ið hon tosaði við pensjónistar aftan á kanningina, søgdu tey, at tey vildu ikki lata so illa at, fyri ikki at avdúka seg sjálvi og, hvussu støðan veruligu var. Politikarar hava annars verið dúgligir til at vísa til hesar kanningarnar sum eitt prógv fyri, hvussu gott tað er at liva í Føroyum.
Ikki minst hevur løgmaður sjálvur, Kaj Leo Holm Johannesen, sum eisini er formaður í Sambandsflokkinum aftur og aftur víst til hesar kanningarnar sum prógv fyri, hvussu gott vit hava tað í Føroyum
Men Rósa Samuelsen heldur, at vit skulu ikki leggja ov nógv í hesar kanningarnar Tvørtur ímóti ávarar hon ímóti at politikarar brúka úrslitið av kanninini til ein kodda, ella sum eina umbering fyri einki at gera, tí tá ið pensjónistar pynta veruleikan fyri ikki at avdúka sína egnu støðu, er kanningin ikki eftirfarandi. Veruleikin er tann, at í dag hava vit A og B pensjónistar, har A pensjónistarnir hava tað gott við egnum pensjónum og har B pensjónistarnir ikki hava ráð til eina ferð við Norrønu, segði Rósa Samuelsen.
Sambandsfólk halda eisini, at tað er ikki so løgið, at nettupp pensjónistar í Havnini lata so væl at, tí Havnin er tað plássið í Føroyum, har nógv flestu pensjónistar hava sínar egnu pensjónir, eisini arbeiðsmenn.
|









