Hjálpir hetta teimum, sum hava brúk fyr tí, er eingin ivi um, at vit skulu taka undir við tí.
Tað sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin og Forkvinna í trivnaðarnevndini. Og tað, hon sipar til, er ætlanin at leggja uppskot fyri løgtingið um at hækka barnafrádráttin hjá teimum, sum eru allar ringast fyri, 1500 krónur um mánaðin.
Tað fer at lyfta 500 tey fátækastu børnini í Føroyum, upp um fátækamarkið.
Les eisini: Í dag fáa vit at vita um nøkur hjálp er at heinta
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat, Rósa Samuelsen heldur um hetta, og hoyr, hví hon ikki slapp við í Norðurlandahúsið leygarkvøldið, at ljós varð varpað á fátækadømi. Hon varð fyrst spurd, hvussu tað skuldi tulkast, at eingin úr samgonguni var við á tiltakinum í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.










