Rósa og Eivin fyri lista B í Vágum

Einki nýtt navn á vallistanum hjá Sambandsflokkinum í Vágum.

Vága Sambandsfelag hevði í gjár seinasta uppstillingarfundin áðrenn valið.
Frammanundan hevur flokkurin tvey umboð úr Vágum á løgtingi, Rósa Samuelsen og Eivin Jacobsen.


Rósa Samuelsen fekk fjórðflestar atkvøður fyri Sambandsflokkin til seinasta løgtingsval. Tingkvinnan fekk 480 atkvøður, og varð sostatt vald á ting.


Eivin Jacobsen 228 atkvøður og endaði sum nummar níggju á listanum. Sostatt kom hann ikki á ting, men tá samgonga varð skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin, kom hann inn sum fastur varamaður á tingi.