Høvuðsvinningurin í gekka-spælinum í kvøld var á 575.000 krónur, og hetta var sjálvsagt lokkandi hjá hepna vinnaranum, sum fekk fulla plátu í kvøld.
Tað var Rósa Maria, sum ringdi úr Havn. Verturin, Jan Gardar, segði, at høvuðsvinningurin lá í gula leypinum, og í hinum báðum ein bilur og ein uttanlandsferð.
Tað teknaði seg væl, tá Rósa Maria snaraði hjólinum fyrstu ferð. Hjólið steðgaði á 50.000 krónum. Ein góður vinningur, helt hon, men valdi at snara eina ferð aftrat.
Bæði í øðrum og triðja snari steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum er minsti vinningur í nýggja gekka-spælinum.
- 20.000 krónur gjørdist vinningurin í kvøld, og tað er væl ikki so galið til vikuskiftið, helt gekka-verturin, Jan Gardar, fyri.
- Tað eri eg eisini ordiliga glað fyri, seg Rósa Maria, sum gjørdi tað, hon helt vera rætt og fór eftir høvuðsvinninginum, sum nú kemur at standa til næsta fríggjakvøld.
##med2##












