Tað er ikki á hvørjum degi tað hendir – at politikarar úr samgongu rósa einum politikara úr andstøðuni til skýggja.
Men í dag var so eitt undantak, tí tað var ongin endi á, hvussu tinglimir í samgonguni lótu rósandi orð regna niður yvir Høgna Hoydal, tinglim fyri Tjóðveldi, og formann floksins.
Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Høgna Hoydal um at fáa løgtingið at samtykkja, at bankarnir skulu taka netbankan heim aftur til Føroya, og at allir talgildir upplýsingar um føroyingar, skulu goymast, og viðgerast í Føroyum.
Høgni Hoydal skjýtur upp, at bankarnir skulu fáa eina freist upp á trý ár at taka netbankan heimaftur, men stingur onkur serlig støða seg upp, skal tað bera til at leingja freistina.
At kalla allir politikararnir staðfesta, at fyri so vítt eru teir samdir við Høgna Hoydal í, at netbankin skal flytast heim aftur til Føroyar.
Tað vóru eisini fleiri politikarar úr samgonguni, sum ásanna, at tað, sum varð upplýst, tá ið bankarnir fluttu netbankan av landinum helt ikki.
Politikarar eru eisini samdir um, at virkast skal fyri at fáa netbankan aftur til Føroyar.
Men teir vísa til, at fíggjarmálaráðið og peningastovnarnir hava gjørt eina avtalu um at kanna fíggjarligu avleiðingarnar av tí.
Og hóast tinglimir í samgonguni høvdu hug at atkvøða fyri uppskotinum hjá Høgna Hoydal, vilja teir síggja úrslitið av kanningini fyrst.
Tað varð eisini upplýst, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur longu tikið stig til at seta nevndina, sum skal kanna málið.
Tað eru nú nøkur ár síðani, at netbankin varð fluttur av landinum og fleiri tinglimir úr andstøðuni nýttu høvið til at takka Høgna Hoydal, fyri at hann so áhaldandi hevði ligið á hesum máli og aftur og aftur tikið tað fram í politisku skipanina
Og tinglimir ásannaðu nú, at Høgni Hoydal hevur havt grein í sínum máli og ein, sum takkaði honum fyri at hava varpa ljós á hetta aftur og aftur, var Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir úr Fólkaflokkinum.
Eisini Jákup Mikkelsen formaður fyri Fólkaflokkin á tingi helt, at Høgni Hoydal hevur staðið sterkur í hesum máli.
- Og tíðin hevur víst, at hann fekk rætt, staðfestir Jákup Mikkelsen.
Somuleiðis takkaði Reimund Langgard, tinglimur í Sambandsflokkinum, Høgna Hoydal fyri ”stórarbeiði í hesum málinum”, og Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin helt, at Høgni Hoydal ”hevur verið ein sannur brandur” í hesum máli.
Partamaður hansara, Alfred Olsen, ásannar somuleiðis, at Høgni Hoydal hevur verið ótroyttiligur í sínum arbeiðið fyri at fáa KT skipanirnar hjá bankunum heim aftur Men eisini hann staðfestir, at síðani netbankin fór av landinum, hevur gongdin verið tann øvugta av tí, bankarnir søgdu.
Og hann ásannar, at nógv onnur í løgtingum hava kanska ikki tikið málið í nóg stórum álvara.
Sjálvur heldur Høgni Hoydal, at fyri hvønn dag, løgtingið drálar við at taka stig til at fáa netbankan heimaftur, verri verður tað at fáa hann heimaftur. Tí heldur hann, at tað hevur stóran týdning, at Løgtingið beinanvegin áleggur bankunum at taka netbankan heim og gevur teimum eina freist upp á trý ár at gera arbeiðið.
Men lítið hjálpti, tí tá ið samanumkom, vóru tað kortini bara seks tinglimir, sum atkvøddu fyri uppskotinum hjá Høgna Hoydal, og 19 atkvøddu ímóti, so uppskotið varð felt.