Rós til systkini á Váli!

Eg búgvi í Keypmannahavn, og til jóla fek eg vitjan av mammu míni. Við sær hevði hon ta nýggju fløguna hjá tykkum.

Sangirnir á hesi fløgu eru á einum tónlistarliga høgum støði, men tað sum eg serliga havi bitið merki í, er tann mátin, tit syngja uppá, at tit megna at úttala orðini so týðuliga, at boðskapurin kemur heilt til sín rætt.

Tøkk fyri hetta væla vert og Harrans signing í tí nýggja árinum.

Tit eru ófør.


   Willy Dal-Christiansen