Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, fær rós í íslendska morgunablaðnum, eftir at Stjarnan spældi 1-1 móti FH.
Stjarna spældi í gjár 1-1 móti FH, sum nú hevur lagt seg á odda í Úrvalsdeildini, meðan Stjarnan er dottin niður á triðja pláss. Stjarnan kom á odda í fyrra hálvleiki, men eitt korter inn í seinna hálvleik javnaði FH.
Í dystarfrásøgnini verður sagt, at Gunnar hevði onkrar góðar aktiónir sum málverji. Tað er fimm umfør farin av landskappingini. FH og KR hava tíggju stig í part í oddinum, meðan Stjarnan og Breiðablik hava níggju stig. Júst Stjarnan og Breiðablik møtast í komandi umfari.