Tór Verland Johansen, sum er viðskiftastjóri á Sansum, rósti fyrireikarunum av Faroexpo fyri tiltakið. Hann heldur, at vinnustevnan var væl fyriskipað, og at fyrireikararnir eiga rós uppiborið.
- Faroexpo-vinnustevnan er ein øðrvísi háttur at samskifta við samstarvsfelagar, bæði verandi og nýggjar partar. Hetta er eitt partneriat, har tú hevur einar 25 minuttir til hvønn fundin. Hetta er soleiðis eitt slag av "speed-talking", har tú skjótt kemur inn á hvønn annan.
Tór Verland vísir á, at ymiskt er, hvussu nógv fyritøkurnar gera burtur úr básunum við eitt nú plakatum og øðrum.
- Við hesum háttinum at hittast hevur básurin kanska ikki so nógv at siga, men kortini gera summar fyritøkur burtur úr og hava pyntað básarnar á ymiskan hátt. Tað, sum er mest týðandi við partneriati, er, hvat fyritøkur ætla við fundinum, og hvussu tær eru fyrireikaðar til einstøku fundirnar.
Lurta eftir samrøðu, sum Rás2 hevði við Tór Verland Johansen á Faroexpo-vinnustevnuni síðsta hósdag - við at trýsta á pílin undir myndini.