Brandur Hendriksson Olsen spældi í gjár áleið ein hálvan tíma fyri besta liðið hjá FCK, sum luttekur í venjingarkapping í Portugal. Føroyski landsliðsmiðvallarin fær rós fyri sítt innhopp í 2-0 tapinum fyri FK Jablonec.
Les eisini: Brandur á vøllin fyri FCK
Ståle Solbakken, venjari hjá FCK, sigur at liðið nærkast at verða í tí forminum sum liði skal verða í til 22. feburar, tá seinna hálva av kappingarárinum byrjar fyri FCK.
Les eisini: Brandur stríðist fyri plássinum
Hóast Ståle Solbakken ikki nevnir Brand í beinleiðis talu á heimasíðuni hjá FCK, so verður lagdur dentur á, at serliga Brandur fekk eitt pluss í bókini hjá venjaranum, eftir eitt frálíkt avrik ta løtuna hann var á vøllinum.
Brandur tykist hava spælt seg inn í hitan í besta liðnum hjá FCK. Fyri kortum fekk hann nýggjan trý ára sáttmála við helst størsta felagið í norðurlondum.