Rópa nú varskó tí avleiðingin er ógvuslig

Trýstið er stórt, men alt ov lítið verður gjørt fyri at minka um trupulleikan

- Tað er ikki so løgið at lús, sjúka og aðrir trupulleikar stinga seg upp.

 

Tað staðfestur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, nú í eini almennari áheitan á Føroya Løgting 
og Føroya Landsstýri.

 

Felagsskapurin heitir nú á Føroya Løgting um at seta tiltøk í verk, sum avmarka dálkingina frá alivinnuni kring landið.

 

Tey staðfesta, at umhvørvisligu árinini av alingini eru ógvuslig.

 

- Samanborin við føroyskt seyðahald, hevur framleiðslan av laksi seinastu árini, í biomassa, verið umleið 80 ferðir størri enn framleiðslan av seyðakjøti.

 

- Við hesum í huga er ikki so løgið at lús, sjúka og aðrir trupulleikar stinga seg upp, og tað er givið, at ein einstøk vinna, sum fyllir so nógv, er viðbrekin og skjótt kann koma í kreppu, júst tí hon ikki er burðardygg.

 

Tey vísa á, at framleiðslan av alifóðuri leggur ógvuliga stórt trýst á havumhvørvið, tí fyri hvørt kilo av aldum fiski, krevjast fleiri kilo av veiddum fiski.

 

- Fóðurframleiðslan er ein av fremstu orsøkunum til avskóging í heiminum, samstundis sum at skarnið frá hesi ovurframleiðslu órógvar vistfrøðina á føroyskum firðum.

 

- Ovurstóra nýtslan av heilivági til djóraaling er fremsta orsøkin til, at vit fáa fleiri og fleiri mótstøðuførar bakteriur, leggur FNU afturat.

 

Umhvørvisverndarfelagsskapurin vísir samstundis á, at laksaalingin í Føroyum í dag krevur ógvuliga stóra nýtslu av heilivági og ymiskum dálkandi og heilsuskaðiligum kemiskum evnum. 


 

- Alt ov lítið verður gjørt fyri at minka um teir trupulleikar, og kostnaðir, sum alivinnan skapar fyri umhvørvið og samfelagið, og tey fáu burðardyggu átøkini, sum koma frá vinnuni sjálvari, fáa ikki nóg góðari undirtøku.

 

Tí heitir FNU nú á Løgtingið og Landsstýrið um at skipa so fyri, at, a fleiri, og meira umfatandi, kanningar av vistfrøðini verða gjørdar, áðrenn fleiri øki verða lutað út til aling, og at betri eftirlit verður við alingini, so at avleiðingar kunnu staðfestast og neyðug tiltøk setast í verk.

 

Samstundis vil FNU hava, at øki verða sett av til burðardygga aling og havbúnað, har endamálið ikki er at økja sum mest um framleiðsluna og tað stuttskygda, fíggjarliga avkastið.

 

Tvørturímóti skal endamálið vera at byggja upp eitt burðardygt og lønandi vinnuvirksemi, ið ikki ger seg inn á umhvørvið, aðrar vinnur, og føroyska húsarhaldsbúskapin.

 

- Royndirnar aðrastaðni vísa, at slíkt virksemi kann skapa fleiri og tryggari arbeiðspláss, og at virðisøkingin er størri. Somuleiðis hevði hetta eisini givið rúmd fyri meira fjøltáttaðum havbúnaði, so sum taraaling, aling av skeljadjórum, hummaraveiðu og øðrum.

 

FNU sigur, at hetta hevði ikki einans verið gott fyri umhvørvið, men kundi givið føroysku smáplássunum, og føroyska samfelagnum sum heild, fleiri bein at standa á, fleiri og tryggari arbeiðsmøguleikar og størri sjálvsavgerðarrætt.