Eingin møguleiki er fyri, at metlanga skeiðið hjá Franklin D. Roosevelt í Hvítu húsunum fer at verða tikið Tann maðurin, sum hevur sitið longst í amerikanska forseta embætinum, er demokraturin Franklin D. Roosevelt. Hann varð valdur í 1932 og sat í sessinum fram til 12. apríl í 1945, tá ið hann doyði av einum blóðtøppi.
Roosevelt varð valdur í 1932 og afturvaldur í 1936, 1940 og í 1944.
Nú ber tað ikki til hjá einum og sama persóni at sita í forsetaembætinum í meiri enn átta ár. Tað vil siga, at metið hjá Roosevelt, sum er 4.422 dagar í Hvítu húsunum, ongantíð fer at verða tikið.