Umboðsmaðurin hjá Wayne Rooney hevur boðað Manchester United frá, at leikarin ikki vil leingja sáttmálan við felagið, veit BBC at siga. Sáttmálin hjá 24 ára gamla Rooney gongur fram til summarið 2012, og samráðingarnar um at leingja eru slitnaðar.
Gitingar eru nú um, at Rooney skal seljast í januar vindeyganum, við Real Madrid sum áhugaðum felag.
Viðurskiftini millum Wayne Rooney og Sir Alex Ferguson hava verið heldur køld seinastu tíðina, eftir at Rooney hevði runnið seg inn í trupulleikar uttan fyri vøllin. Hann hevur soleiðis sitið á beinkinum seinastu dystirnar, og tað hóvar honum neyvan.
Tað kann tískil henda, at Rooney aftur fer at verða viðleikari við Christiano Ronaldo, um so er, at eingin semja fæst við verandi felag, Manchester United.