Rooney vil altíð spæla

Wayne Rooney var alt annað nøgdur, tá hann varð skiftur út í 1-0 sigrinum hjá United móti Besiktas fyrrakvøldið, men tað tykist tó ikki nerva venjara hansara, Alex Ferguson. – Hann er ongan tíð fegin um at verða skiftur út. Hann hevur somikið nógva orku, og hann vil altíð sleppa at spæla. Men hann hevði spælt einsamallur framherji í ein tíma, og tí valdi eg at skifta hann út, segði Alex Ferguson við ensku miðlarnar, sum vildu skapa eina gølu burtur úr hendingini.