Tað hevur verið tosað nógv um Wayne Rooney seinastu dagarnir, bæði um hansara privatlív og um tað kann koma at ávirka hansara avrik á vøllinum. Fabio Capello valdi at byrja inn við honum týskvøldið í Sveis, og nú er líkt til, at Sir Alex Ferguson eisini fer at lata beinini hjá Wayne Rooney tala fyri seg.
Manchester United skal í dag á vitjan hjá Everton. Wayne Rooney skifti í 2004 frá barndómsfelagnum Everton, til Manchester United. Tað hava Everton viðhaldsfólk ikki fyrigivið Rooney fyri og hann er fyri ágangi hvørja ferð liðini møtast.
Sir Alex Ferguson noktaði at tosa um privatlívið hjá Wayne Rooney.
- Lat meg siga eitt beinanvegin, eg tosi ikki um privatlívið hjá nøkrum av mínum leikarum, segði Sir Alex Ferguson á tíðindafundi í gjár.
Fyri Sir Alex er hetta hansara dystur nummar 700 sum venjari hjá Manchester United í Premier League. Hann hevur vunnið 65% av sínum dystum og bara tapt 100 av teimum 699 dystinum. Flestar sigrar hevur hann ímóti Everton, meðan Chelsea oftast hevur staðið í vegin, tá Manchester United hevur mist stig.
Seinast liðini hittust á Goodison Park var ímóti endanum av seinasta kappingarárinum, tá vann Everton 3-1.
Dysturin byrjar klokkan 12.45 í dag.










