Rooney í United til 2012

Í nýggja sáttmálan verður samstarvið millum Rooney og felagið økt við uppaftur tveimum árum, og sjálvandi er talan eisini eina munandi lønarhækkan.
- Hon endurspeglar framhaldandi arbeiði okkara við at byggja upp eitt lið sum heldur saman, segði United-venjarin, Alex Ferguson og nevnir í hesum sambandi Cristiano Ronaldo sum skrivaði undir nýggjan sáttmála í fjør.
- Vit síggja Wayne og Cristiano menna seg til heimsins bestu spælarar. Teir hava síni bestu ár frammanfyri sær, og vit eru heppin sum kunnu verða vitni til hetta, sigur Ferguson.