Meðan Arsenal og Chelsea vunnu sínar dystir, so tapti Manchester United fyri Everton á Goodison Park. Dimitar Berbatov legði annars gestirnar á odda, men russiski Diniyar Bilyaletdinov javnaði fyri Everton stutt eftir. Í seinna hálvleiki avgjørdu innskiftu Dan Gosling og Jack Rodwell dystin til fyrimuns fyri Everton.
Chelsea vann 2-0 í Wolverhampton og eru nú fýra stig frammanfyri Manchester United, ið er nummar tvey. Didier Drogba skoraði bæði málini fyri oddaliðið.
Nicklas Bendtner og Cesc Fabregas skoraði málini, tá Arsenal á heimavølli vann 2-0 á Sunderland.
Í morgin tekur Manchester City móti Liverpool. Bæði Shay Given og Stuart Taylor eru klárir, so Gunnar Nielsen verður helst ikki at síggja á bonkinum.
Úrslitini í dag:
Arsenal - Sunderland 2-0
Everton-Manchester United 3-1
Portsmouth - Stoke 1-2
West Ham - Hull City 3-0
Wolverhampton - Chelsea 0-2