Wayne Rooney fekk ein skaða í stórutá seinasta týskvøld, tá Manchester United og Bayern Munchen spældu fyrru fjórðingsfinaluna í kappingini um Champions League.
Wayne Rooney sat úti við skaða leygardagin, tá Manchester United á útivølli spældi móti Newcastle.
David Moyes segði tann dagin at tað var ivasamt, um Wayne Rooney fór at blíva klárur til dystin í Champions League, tí skaðin var meira álvarsamur, enn hann fyrst bleiv mettur at vera.
Men Pep Guardiola, venjari hjá Bayern Munchen, sigur at hann ivast onga løtu í, at Wayne Rooney verður á Manchester United liðnum í annaðkvøld.
- Hann fer at spæla. Eg eri 100% vísur í tí. Eg tori at vedda eitt stórt týskt glas av øl, at hann fer at spæla.
- Wayne Rooney er ein tann besti leikarin, ið eg nakrantíð havi sæð spælt. Og teir stóru spælararnir spæla altíð við í teimum stóru dystunum. Tað er ikki uttan at skaðin er heilt álvarsamur, at hann ikki verður við, men eg eri vísur í at Wayne Rooney fer at spæla.
Fyrra fjórðingsfinalan millum Manchester United og Bayern Munchen endaði 1-1 á Old Trafford. Tískil er alt opið til seinnu fjórðngsfinaluna, sum verður í Munchen í annaðkvøld. Dysturin byrjar klokkan 19:45.










