Rooney søkti Liverpool

Wayne Rooney søkti Liverpool og bjargaði helst starvinum hjá Louis van Gaal

Mynd: (Polfoto) Wayne Rooney fegnast um týdningarmikla málið

Wayne Rooney gjørdist stóra hetjan, tá Manchester United í dag vann 1-0 á Anfield móti Liverpool. Liðskiparin, sum er uppvaksin í býnum Liverpool, skoraði einsamalla málið í seinna hálvleiki.

Bæði liðini hava havt sínar stóru trupulleikar at stríðast við í ár. Undan dystinum var Liverpool nummar níggju, meðan Manchester United var nummar seks.

Fyrri hálvleikur var lítið at reypa av. Liverpool mundi hava yvirtakið, men hóast onkrar góðar støður, so spurdist einki burturúr. Í seinna hálvleiki skifti Manchester United Juan Mata inn.

Tað var hann sum legði bóltin innfyri til Marouane Fellaini, sum stútaði á tvørstingina. Síðani var Wayne Rooney fyrstur á returin og bankaði bóltin í málið. Hetta er triðja málið hjá Wayne Rooney í tveimum dystum.

Við sigrinum er Manchester United nummar fimm, bara tvey stig frá fjórða plássinum. Hesin sigurin gevur helst Louis van Gaal betri arbeiðisumstøður komandi tíðina, eftir at hann hevur verið fyri nógvum ákoyringum.