Wayne Rooney sló í kvøld gamla metið hjá Bobby Charlton sum mest skorandi leikari á enska landsliðnum nakrantíð. Tað gjørdi hann, tá hann við brotssparki skoraði til 2-0 fyri Ongland ímóti Sveis.
2-0 gjørdist eisini endaliga úrslitið av dystinum millum Ongland og Sveis, eftir at tað í hálvleikinum hevði staðið á jøvnum 0-0. Ongland kom tó á odda um miðjan seinna hálvleik, tá Harry Kane skoraði til 1-0 til Ongland. Og seks minuttir fyri leiklok, slerdi liðskiparin, Wayne Rooney, sigurin fastan, tá hann við brotssparki skoraði til 2-0.
Málið hjá Rooney var mál nummar 50 fyri Ongland, sum er tað mesta. Bobby Charlton náddi 49 mál fyri Ongland, meðan Gary Lineker skoraði 48 mál fyri Ongland.
Av øðrum landsdystum í kvøld, kann nevnast, at Svøríki á heimavølli tapti heili 4-1 ímóti Eysturríki, meðan Spania á útivølli vann 1-0 ímóti Makedonia.
Øll úrslitini í kvøld vóru hesi:
EURO 2016 BÓLKUR C:
Hvítarussland-Luksemburg 2-0
Makedonia-Spania 0-1
Slovakia-Ukraina 0-0
EURO 2016 BÓLKUR E:
Ongland-Sveis 2-0
Litava-San Marino 2-1
Slovenia-Estland 1-0
EURO 2016 BÓLKUR G:
Liechtenstein-Russland 0-7
Moldova-Montenegro 0-2
Svøríki-Eysturríki 1-4