Rooney skiftir aftur til Everton

Wayne Rooney skiftir ein av komandi døgunum Manchester United út fyri Everton

Manchester United liðskiparin, Wayne Rooney, hevur eftir øllum at døma spælt sín seinasta dyst fyri Manchester United.

 

Í øllum førum skriva bretskir miðlar í kvøld, at eitt skiftið til barndómsfelagið, Everton, er heilt nær. Tað er so mikið nær, at Wayne Rooney eftir øllum at døma skiftir frá Manchester United til Everton seinast í hesari vikuni.

 

Sum skilst er Wayne Rooney tikin av listanum hjá Manchester United, sum í næstum fer á venjingarlegu til USA fyri at fyrireika seg til komandi kappingarár. Wayne Rooney er tikin av listanum, tí at hann skal gjøgnumføra sítt skiftið til Everton.

 

Tað ljóðar at tað mesta av skiftinum til Everton er komið uppá pláss, og at einans smálutir mangla í til Wayne Rooney verður kunngjørdur sum nýggjur Everton leikari. Millum annað ein samrøða millum Wayne Rooney og Everton venjaran, Ronald Koeman.

 

Tað er enn ikki upplýst hvat Everton fer at rinda fyri Wayne Rooney, sum helst fer at skriva ein tvey ára sáttmála við Everton.