Enska fótbóltsstjørnan Wayne Rooney sleppur við enska landsliðnum til EM-endaspælið í Póllandi og Ukraina næsta ár, sjálvt um hann er leikbannaður tríggjar teir fyrstu dystirnar í kappingini. Leikbannið fekk Rooney fyri eina alt ov harða takling í landsdysti ímóti Montenegro.
Enski landsliðsvenjarin, Fabio Capello, sigur, at hann fer kortini at taka Wayne Rooney við til EM-endaspælið.
Rooney hevur biðið um umbering fyri ta ógvusligu taklingina, og enska fótbóltssambandið skal í dag taka støðu til, um tað skal kæra dómin, sum gav Rooney leikbann í tríggjar dagar.










