Rooney sendi United í oddin

Tað tók tó sína tíð, áðrenn sigurin veruliga varð sligin fastur, tá Manchester United á heimavølli spældi móti Hull.

Rooney skoraði fyrstu ferð eftir bara átta minuttum, men hóast yvirvág hjá heimaliðnum, so helt tann støðan sær, til bara átta minuttir vóru eftir.

Men so stóð Rooney eisini fyri øllum, og við trimum málum afturat syrgdi hann fyri, at tað endaði 4-0.

 

Seinastu tíðina hava ensku miðlarnir gjørt nógv burturúr, at bæði Barcelona og Real Madrid vilja hava Rooney í hópin.

Men í Manchester siga tey, at sjálvt ikki eitt ?Ronaldo-boð? upp á £80 milliónir fær teir at selja spælaran, sum sjálvur eisini hevur sagt, at hann ikki hevur hug at fara aðrastaðni at spæla. Tvørtur ímóti sigst hann longu nú vera til reiðar at leingja sáttmálan, sum annars er galdandi fram til summarið 2012.