Rooney ársins spælari

Í gjár gjørdist greitt, at Wayne Rooney er valdur til ársins spælara í Onglandi. Tað eru starvsfelagarnir í ensku liguni, sum vísa Rooney henda heiðurin.

 

Rooney vann heiðurin frammanfyri Didier Drogba hjá Chelsea, Cesc Fabregas hjá Arsenal og Carlos Tevez hjá Manchester City.

 

- Tað er ein góð kensla at verða valdur til ársins spælara av hinum spælarunum í Premier League. Eg eri ógvuliga stoltur, og hetta er av sonnum ein stórur heiður. Líka síðani eg bleiv kosin til ársins unga spælara, havi eg havt sum mál at gerast ársins spælari í Onglandi, segði Rooney aftaná at havi fingið heiðurin á gallaveitslu í London ígjár.

 

Í fjør var tað liðfelagin, Ryan Giggs sum vann heiðurin. Rooney gerst tann fyrsti onglendingurin, sum vinnur heiðurin síðani í 2006. Í 2006 var tað Steven Gerrard hjá Liverpool, sum vann heiðurin.

 

Wayne Rooney gevur venjaranum, Sir Alex Ferguson heiðurin fyri, at hann hevur tikið seg so nógv fram, sum fótbóltsspælari. - Sir Alex er ein framúrskarandi venjari, sum veruliga hevur víst mær álit, líka síðani eg kom til United. Svongdin hjá Sir Alex at vinna steyp og heiður smittar yvir á okkum, sum spæla við Manchester United. Tað er ótrúligt, at hann hóast hann skjótt er 70 ár, framvegis er so svangur eftir at vinna, segði Wayne Rooney á gallaveitsluni í London ígjár.